Saman um rúsøkið: Vitanardeiling og kjak um rúsøkið í Føroyum
Fríggjadagin 28 mai 2026 bjóðaði Títt Rúm fakfólkum frá ymiskum tilboðum á rúsøkinum í Føroyum til ein felags áhugadag undir heitinum ”Saman um rúsøkið”. Endamálið við tiltakinum var at skapa eitt felags fakligt rúm, har ymisku tilboðini kundu deila royndir, seta orð á dygdir og avbjóðingar og umrøða, hvussu arbeiði á økinum sær út í dag og hvussu vit ynskja, at tað fer at síggja út í framtíðini. Í kjakinum varð serligur dentur lagdur á, hvussu rúsbundni borgarin og tey avvarðandi hjá viðkomandi uppliva hjálpina í dag. Herundir hvat serliga hevur týdning fyri, at tey verða væl møtt og hvat kann forða fyri, at fólk fáa røttu hjálpina til røttu tíð. Eisini varð dentur lagdur á, hvussu tilboðini kunnu gerast meira sjónlig og atkomulig fyri tey, sum ynskja hjálp.
Tiltakið vísti týðiliga, at rúsøkið í Føroyum er borið av dugnaligum, eldhugaðum og ábyrgdarfullum fakfólkum, sum hvønn dag gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri borgarar, sum eru mitt í truplum viðurskiftum og hava tørv á at finna fótafestið aftur. Við fakligum førleikum, menniskjaligari nærveru, umsorgan, virðing og vilja til samstarv settu luttakararnir orð á bæði tað, sum riggar væl, og tað, sum krevur batar.
Ein afturvendandi niðurstøða var, at tað hevur stóran týdning, at borgarin verður møttur við virðing, umsorgan og vón, tá hann ella hon søkir sær hjálp antin sum rúsbundin ella avvarðandi hjá einum rúsbundnum. Fyri mong er tað eitt stórt stig at seta orð á rústrupulleikar og at leita sær hjálp og tískil hevur tað stóran týdning, at hjálpin er lætt atkomulig og væl samskipað.
Til tiltakið varð umrøtt, at rúsøkið eigur at virka sum ein samanhangandi eind av ymiskum virðismiklum tilboðum, sum øll eiga sín týðandi leiklut í, at einhvør borgari, sum ynskir hjálp, fær hesa. Luttakararnir umrøddu, at gott samstarv á rúsøkinum er eyðkent av, at tilboðini kenna hvønn annan, samskifta greitt og taka felags ábyrgd, soleiðis at tað ikki er upp til borgaran einsamallan at finna røttu hjálpina. Heldur eiga tilboðini at lofta borgaranum og hjálpa honum ella henni víðari til viðkomandi tilboð, sum best møtir tørvinum.
Serliga kveikjandi var at uppliva, fakligu styrkina og eldhugan, sum longu er á rúsøkinum í Føroyum. Luttakararnir umboðaðu ymiskar royndir, sjónarhorn og førleikar, men felags var eitt ynski um at menna økið og bjóða framhaldandi góðar møguleikar fyri allar borgarar í Føroyum, sum merkja avleiðingarnar av rúsbundni á einhvønn hátt. Tað er júst hendan fakliga breiddin, saman við eldhuga og ábyrgdarkenslu, sum er eitt av størstu tilfeingjunum á rúsøkinum.
Tiltakið vísti á ein greiðan vilja til støðugt at virka fyri, at rúsøkið í Føroyum verður raðfest. Tá fakfólk á rúsøkinum hittast tvørtur um tilboð og stovnar, skapast eitt virðismikið grundarlag fyri
felags menning, betri samskipan og sterkari samstarvi. Samrøðurnar á degnum staðfestu, at hóast rúsøkið fevnir um ymisk tilboð við ymiskum uppgávum, er felags málið tað sama: at borgarar sum stríðast við rúsbundni og avvarðandi teirra skulu møtast við góðari fakligheit, virðing, umsorgan, støðufest og vón, og at tey skulu fáa hjálp, tá tørvur er á henni.
Títt Rúm takkar øllum luttakarum fyri teirra íkast, opinleika og vilja til at deila royndir og sjónarmið. Tiltakið var eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum við at styrkja sambandið millum tilboðini á rúsøkinum og at skapa eina enn meira atkomuliga hjálp fyri borgarar í Føroyum.
Við “Saman um rúsøkið” varð sett orð á bæði tað, sum longu ber væl til, og tað, sum krevur framhaldandi arbeiði. Vónin er, at dagurin verður byrjanin til enn meira samstarv, vitanardeiling og felags ábyrgd á rúsøkinum – til gagns fyri tey, sum stríðast við rúsbundni, og fyri teirra avvarðandi.
