Familjur
Hjá Títt Rúm verður dentur lagdur á at arbeiða familjuorienterað. Trupulleikar við rúsnýtslu ávirka ikki einans tann, ið rúsar seg, men eisini tey rundanum – tí bjóða vit eisini foreldra- og familjusamrøður.
Foreldrasamrøður
Títt Rúm bjóðar barnafokuseraðar samrøður til foreldur/umsorganarpersónar. Foreldrasamrøður eru partur av bólkatilboðnum hjá børnum og tannáringum. Hetta er týdningarmikið, soleiðis at foreldrini gerast ein partur av viðgerðini. Fokus er á, hvussu tey vaksnu rundan um barnið best fáa hjálpt og stuðlað barninum ella tí unga í at handfara støðuna við einum rúsbundnum foreldri. Sostatt er endamálið at styrkja gerandisumhvørvið hjá barninum.
Foreldur, hvørs børn ikki ynskja at vera partur av tilboðnum, kunnu eisini fáa samrøður og ráðgeving frá Títt Rúm.
Foreldur, sum sjálvi eru rúsbundin fáa møguleika til at vera partur av tilboðnum, um tey viðurkenna rúsin sum ein trupulleika. Hjá Títt Rúm er tó einki krav um, at tann við rústrupulleikanum skal hava verið í viðgerð. Um viðkomandi hevur verið í viðgerð, er heldur einki krav um hvar viðgerðin skal vera farin fram.
Familjusamrøður
Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at ein familja vil hava familjusamrøður. Ein tann vanligasta orsøkin er, at familjan hevur trupult við at tosa saman um tað, sum fylgir einum rústrupulleika. Familjusamrøður kunnu eisini verða hjálpsamar, um familjan hevur upplivað onkra ávísa hending ella eitt tíðarskeið, sum hevur verið serliga trupult. Tá kunnu tey hava tørv á hjálp til at seta orð á sínar tankar og kenslur um støðuna.
Familjusamrøður verða veittar eftir tørvi, tá fakliga metingin er, at tað er gagnligt. Serligt atlit verður tikið til børn og tannáringar.
Samstarvið við foreldur í sambandi við bólk
Foreldrini hjá teimum 9-16 ára gomlu, sum ganga í bólk, verða altíð boðin inn til eina samrøðu saman við børnunum, áðrenn byrjað verður í bólki.
Endamálið er, at børn og foreldur koma inn at síggja hølini hjá okkum og at møta okkum, sum starvast her. Harumframt er endamálið, at vit bólkaleiðarar fáa innlit í familjuna – bæði hvat tey takast við dagliga, og hvussu rúsurin fyllir ella hevur fylt heima. Eftir hetta kunnu børnini byrja í bólki.
Foreldrini verða boðin til eina miðvegissamrøðu, har børnini ikki eru við, tá bólkaárið er komið á leið í helvt. Endamálið við miðvegissamrøðum er at koma í samband við foreldrini, og fáa høvið at tosa um eitthvørt, sum ger seg galdandi hjá barninum ella familjuni. Til endans verða foreldur boðin til eina eftirmetingarsamrøðu, tá ið bólkarnir enda, har børnini aftur eru við. Her verður m.a. tosað um, hvussu tað hevur verið hjá børnunum at vera í bólki, og um børnini vilja halda áfram. Umframt hetta verða foreldur ella familjan boðin inn til samrøðu eftir tørvi.
Tilboðini
Øll tilboðini hjá Títt Rúm eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram.
Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – rústrupulleikar heima. Hetta merkir til dømis, at ein kann eisini melda seg til, hóast annað av foreldrunum t.d. ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á familjuna og tey sjálv sita eftir.
Samstarv við Blákrossheimið
Tá ein persónur kemur í døgnviðgerð á Blákrossheiminum, fáa tey avvarðandi hjá viðkomandi møguleika fyri samrøðum. Blákrossheimið veitir eisini viðgerð fyri avvarðandi, har tann ið hevur rúsnýtsluórógvina ikki er í døgnviðgerð. Hetta er ein ambulant bólkaviðgerð, ið er skipað eftir DAT-leistinum (https://www.blakrossheimid.fo/dat/). Her møtir ein í bólki saman við øðrum avvarðandi einaferð um vikuna í tveir tímar hvørjaferð. Aldursmarkið er 18 ár.