Hvat er Títt Rúm?
Í familjum, har eitt foreldur er rúsbundið, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna; tað er rúsurin, sum tekur uppmerksemið og orkuna í familjuni. Ein barndómur við foreldrum sum drekka ov nógv kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað teg.
Títt Rúm er staðið til júst hetta – tað er tí vit eita Títt Rúm 🙂
Vit bjóða eitt ókeypis tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra.
Her er einki krav um, at tann við rústrupulleikanum skal hava verið í viðgerð. Um viðkomandi hevur verið í viðgerð, er onki krav um hvar viðgerðin skal vera farin fram. Tað krevst eingin ávísing fyri at luttaka í tilboðnum, og tað ber eisini til at luttaka, hóast tann við rústrupulleikanum ikki hevur rúsað seg í langa tíð. Nógv børn og ung uppliva, at hóast viðkomandi ikki rúsar seg longur, eru avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á tey avvarðandi enn til staðar.
Vit bjóða bólkar, har ein saman við javngomlum kann práta um tankar, kenslur og upplivingar í sambandi við rústrupulleikan. Vit bjóða eisini barnafokuseraðar foreldrasamrøður og familjusamrøður til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá børnunum, og soleiðis geva teimum betri útlit til góð barnaár, hóast trupulleikar við rúsi eru til staðar. Afturat tí bjóða vit børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, einstaklingassamrøður.
Tekning: Katrine Quorning
Bróta tabu um rús
Vit arbeiða miðvíst fyri at varpa ljós á tað, at nógv børn og ung, vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki. Vit bjóða eitt dulnevnt kjatt, ráðgeva avvarðandi og fakfólki og undirvísa kring landið.
Hvat er ein rústrupulleiki?
Mett verður, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki. Vit arbeiða eftir teirri fatan, at rúsur er ein trupulleiki, um nýtslan ávirkar tey sambond, uppgávur og funktiónir, sum hoyra einari familju til. Hetta er til dømis, tá ið rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at tey ikki megna at hava eitt gott og støðugt samband við síni børn.