Bólkar

Vit bjóða børnum, ungum og vaksnum í bólk, sum eiga foreldur, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. 

Bólkarnir eru til øll í aldrinum 9-35 ár. Í bólki eru tey saman við øðrum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima. Bólkarnir verða býttir soleiðis, at luttakararnir eru so javnir í aldri sum gjørligt. Dentur verður lagdur á eina javnvág millum hugna, spæl og at tosa um tað, sum er trupult. Hetta er eitt skipað tilboð, har eisini verður tosað opið um tað sum rørir seg hjá luttakararunum. Bólkarnir møtast á leið tveir tímar aðruhvørja viku í hølunum hjá okkum í Tórshavn. 

Barsilsbólkar

Í 2022 byrjaði hetta nýggja bólkatilboðið hjá Títt Rúm. Hetta eru bólkar, sum eru til foreldur í barnsburðarfarloyvi. Talan er um ókeypis bólk til tey, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur. Harumframt er bólkurin til tey, sum hava ein maka, ið rúsar seg á ein hátt, sum ger, at tey gerast stúrin um familjulívið.

Endamálið við barsilsbólkinum er, at geva foreldrum at pinkubørnum rúm til at tosa um tað, sum kann vera trupult, tá egin uppvøkstur hevur verið merktur av einum rúsbundnum foreldri. Eisini er rúm til at tosa um hvussu ein aktuellur rústrupulleiki hjá maka ella foreldrum ávirkar tilveruna við smáum børnum.

Barsilsbólkur kann ikki koma í staðin fyri ein vanligan mammubólk, tí heilsufrøðingur er ikki við, og børnini verða ikki kannaði á nakran hátt. Títt Rúm kann tó samstarva við heilsufrøðingin, um foreldrið ynskir tað. 

Áðrenn eg byrjaði í bólkinum, lukkaði eg øll úti, tá ið ting vóru trupul fyri meg.

– Drongur, 19 ár

Pápi mín byrjaði at drekka, tá ið eg var fødd, og tí havi eg altíð følt at tað er mín skyld, at hann drekkur. Tá ið eg byrjaði í bólkinum, fann eg útav, at tað er ikki mín skyld.

– Genta, 15 ár

Eg vænti ongantíð, at eg fari at gloyma tað, sum hendi í bólkinum. Eg havi ofta hugsað um tað, sum bleiv sagt ella gjørt, og tað hjálpir.

– Drongur, 14 ár

Tekning: Katrine Quorning

Tilboðini

Øll tilboðini hjá Títt Rúm eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Einki krav er um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hevur viðkomandi verið í viðgerð, er einki krav um, hvar viðgerðin skal vera farin fram.

Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava – ella hava havt – ein rústrupulleika í heiminum. Hetta merkir til dømis, at ein kann melda seg til, hóast rúsbundna foreldrið ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar sita eftir.

Hvat ger man í bólkinum?

Vit samlast í Kongagøtu 8, har vit hava sera góð og hugnalig hølir. Vit ganga høgt uppí eina javnvág millum hugna, spæl og prát um tað, sum fyllir hjá luttakarunum. Avleiðingarnar av at vaksa upp í einum heimi við rústrupulleikum eru ikki tabu inni hjá okkum. Tú avger sjálv/-ur hvat og hvussu nógv tú ynskir at deila við bólkinum. Bólkarnir møtast annanhvønn týsdag og eru á leið 2 tímar.

Eg veit ikki um eg tori í bólk?

Tú ert ikki einsamøll/einsamallur í at hava tað á hendan hátt. Tey flestu sum koma í bólk fyri fyrstu ferð eru eitt sindur bangin ella nervøs. Fleiri siga, at tey eru stúrin um at fortelja hinum í bólkinum hvussu tað er heima hjá teimum. Nógv vita ikki hvørji ella hvussu hini í bólkinum eru, og hvussu tey fara at passa inn. At koma í bólk fyri fyrstu ferð er ein nýggj støða, og tað er púra vanligt at vera stúrin í nýggjum støðum.

Øll sum ganga í bólki hava til felags, at teirra foreldur og/ella systkin hava rústrupulleikar. Nógv av teimum hava ongantíð tosað við nakran um hetta fyrr. Tá tey hava verið í bólki fyrstu ferð, fer óttin sum oftast burtur. Tey verða glað fyri at hava eitt stað, har tey kunnu møta øðrum í sama aldri, sum skilja støðuna.

Hvat kostar tilboðið?

Øll okkara tilboð eru ókeypis.