Tagnarskylda
Starvsfólk hjá Títt Rúm hava tagnarskyldu við starvssetan, og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.
Fráboðanarskylda
Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Av tí at vit arbeiða við børnum, hava vit herda fráboðanarskyldu sambært barnaverndarlóggávuni.
Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til barnaverndartænastuna. Ein slík fráboðan fer til barnaverndartænastuna við tí endamáli at kunna hana um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.
Kelda: Barnaverndarstova Føroya