Um okkum
Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, sum byrjaði í 2012 undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Tilboðið hevur støðugt ment seg ígjøgnum árini, og skifti navn í 2021 til Títt Rúm.
Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm veitir ikki rúsviðgerð, men ynskir at hjálpa teimum, sum eru avvarðandi, og at inndraga tað rúsbundna foreldrið tá hetta ber til. Dentur verður lagdur á at skipa arbeiðið við støði í tørvinum hjá tí einstaka og tí einstøku familjuni.
Les meira um okkum niðanfyri:
Tagnarskylda og fráboðanarskylda
Hanna Ólavsdóttir Photography hevur stuðlað við modellmyndatøku