Hvør kann fáa hjálp?

Tú kanst fáa hjálp hjá okkum, um tíni foreldur ella systkin hava trupulleikar við rúsi – óansæð um talan er um rúsdrekka, rúsevnir ella tablettir. Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur ella systkin, og familjur teirra.

Tú kanst lesa meira um okkara tilboð her á heimasíðuni.

Er støðan nóg trupul hjá mær/okkum?

Nógv hugsa, at “tað sikkurt er verri hjá onkrum øðrum”, og søkja sær tí ikki hjálp. Vit arbeiða tó eftir tí fatan, at um tú upplivir støðuna trupla, so er støðan trupul. Um tú følir, at rúsnýtslan hjá einum ella báðum tínum foreldrum ella systkjum ávirkar teg á ein neiligan hátt, so kanst tú fáa hjálp frá okkum.

Samband

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira.

Addressa
Kongagøta 8, 100 Tórshavn

Telefon nr.
77 07 09

Teldupostur
tittrum@blakross.fo