Ársfrágreiðing fyri 2025
Ársfrágreiðing hjá Títt Rúm fyri 2025 er nú tøk.
Seinasta árið hevur verið eitt ár við framhaldandi menning og øktum virksemi í Títt Rúm. 2025 var
árið, har arbeiði at rótfesta tilboðini hjá Títt Rúm í Suðuroynni bar á mál. Ein nýggj deild lat upp á Tvøroyri og Titt Rúm røkkur nú enn breiddri í fyribyrgingini á rúsøkinum. Umframt hetta hevur Títt Rúm í 2025 hildið fast í kjarnu uppgávuni; at veita stuðul, ráðgeving og viðgerð til børn, ung og vaksin, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur, umframt familjur teirra. Samstundis hava vit styrkt og víðkað okkara tilboð, serliga innan foreldraarbeiði og fyribyrging, og arbeitt miðvíst við at røkka fleiri kring landið.

Les alla ársfrágreiðingina fyri 2025 her.
