Sálarfrøðingur hjá Títt Rúm fingið løggilding
17. mai. 2024
Beinta Atladóttir, sálarfrøðingur hjá Títt Rúm, hevur fingið løggilding – hjartaliga tillukku við tí! Hetta merkir, at nú eru allir sálarfrøðingar í Títt Rúm løggildir. Løggilding er ein góðkenning av arbeiðstíð og uppgávum eftir loknan lestur, og hana fáa sálarfrøðingar frá Psykolognævnet í Danmark. Títt Rúm metir løggilding sum ein týdningarmiklan lið í at góðskutryggja arbeiðið og tískil verður altíð arbeitt miðvíst við at sálarfrøðingarnir lúka tær treytir, sum skulu til fyri at fáa løggilding.