Kanning av bólkatilboðnum hjá Títt Rúm
17. mar. 2022
Á vári 2021 var fígging játtað frá Betri og Sjúkrakassagrunninum til at kanna bólkatilboðið til ung í Títt Rúm. Endamálið var at savna vitan um, hvussu bólkaluttakararnir upplivdu tað at ganga í bólki og at arbeiða listaterapeutiskt í felagsskapi við øðrum í somu støðu.
Í dag kl 13:00 er almenn framløga í Smæruni um kanningina “List og sálarheilsan hjá ungum føroyingum við rúsbundnum foreldrum”. Tað eru Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingar, ið hava staðið fyri hesi kanning.