Nýggjur COSP-bólkur farin í gongd
Í seinastu viku byrjaði ein nýggjur bólkur hjá Títt Rúm. Talan er um ein sokallaðan COSP-bólk, har foreldur møtast til undirvísing og sparring. COSP stendur fyri “Circle of Security Parenting”. Hetta er aðru ferð ein tílíkur bólkur byrjar hjá Títt Rúm.
COSP er eitt manualbaserað program, sum hevur støði í tilknýtisástøði og mentalisering. COSP er ætlað umsorganarpersónum við børnum í aldrinum 4 mðr. til 6 ár, men kann eisini tillagast til aðrar aldursbólkar.
Títt Rúm veitir hetta tilboðið til umsorganarpersónar, sum hava tað til felags, at tey eru uppvaksin í heimum har rúsur var ein avbjóðing. Í bólkinum fáa tey m.a. rúm til at hugleiga um hvussu egin uppvøkstur kann hava ávirkað mátan tey í dag eru foreldur uppá.
Programmið kann tó brúkast til ein breiðan skara av umsorganarpersónum. Aðrastaðni er tað m.a. brúkt til foreldur har eitt nú burðartunglyndi og/ella rúsur er ein avbjóðing. Øll foreldur kunnu fáa ágóða av tilfarinum, og ætlanin hjá Títt Rúm er at nýta COSP meira breitt í framtíðini, soleiðis at fleiri kunnu fáa gagn av programminum.