Sálarfrøðingur til Títt Rúm
Títt Rúm hevur eitt áhugavert og fjøltáttað farloyvisstarv sum sálarfrøðingur leyst at søkja.
Ert tú álitisvekjandi, opin og samstarvssinnað/ur? Brennur tú fyri at gera mun ímillum børn, ung og vaksin, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur og at veita einstaklinga- og bólkaviðgerð? Ynskir tú at arbeiða við ráðgeving og viðgerð av foreldrum, sum uppliva rús sum eina avbjóðing í sínum foreldraleikluti ella í sínum nærsambondum? Og at vera við til at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan familjuarbeiði í Føroyum í mun til rús? So er hetta rætta starvið til tín.
Talan er um farloyvisstarv í eitt ár.
Um Títt Rúm
Títt Rúm er eitt fyribyrgjandi viðgerðartilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur, sum hava ella hava havt rústrupulleikar, og familjur teirra. Talan er um eitt ókeypis lággáttartilboð, sum er partur av fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.
Viðgerðin í Títt Rúm verður tillagað til tørvin hjá teimum, sum venda sær til Tìtt Rúm. Tískil bjóðar Títt Rúm fleiri ymiskar viðgerðir, herundir:
- Bólkatilboð til ymiskar aldursbólkar
 - Foreldrabólkar til foreldur í barnsburðarfarloyvi og Circle of Security Parenting bólkar
 - Einstaklingaviðgerð
 - Foreldraráðgeving og -viðgerð
 - Familjuviðgerð
 - Parviðgerð
 
Eisini arbeiða vit í Títt Rúm við kunnandi og fyribyrgjandi virksemi í mun til rús bæði á ymiskum miðlum, á skúlum og stovnum og til ymisk viðkomandi tiltøk.
Førleikakrøv
Vit søknast eftir starvsfelaga, sum:
- Hevur útbúgving sum sálarfrøðingur
 - Hevur góðar førleikar at samstarva og til sjálvstøðugt at leggja til rættis og útføra egnar arbeiðsuppgávur
 - Hevur áhuga fyri í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar at luttaka í víðari menning av arbeiðnum hjá Títt Rúm
 - Tekur undir við Blákross hugsjónini
 
Vit bjóða
- eitt spennandi starvsøki í støðugari menning
 - eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
 - tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi toymi
 - viðkomandi supervisión
 
Setanarviðurskifti 
Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð. Starvsheitið er sálarfrøðingur. Setanar- og lønartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála. Setanarstaðið er Títt Rúm í Kongagøta 8, Tórshavn. 
Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. okt.  kl. 12.00. 
Byrjað verður í starvinum 1. des. ella skjótast eftir tað. 
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Títt Rúm skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Alisu Hammer, leiðara í Títt Rúm t-post: alisa@blakross.fo, ella tlf. 770 709.
Umsóknin skal sendast til: tittrum@blakross.fo 
Att.: Alisa Hammer
