Nýggir bólkar byrja í heyst

Hálvan september byrja okkara bólkatilboð til børn og ung. Um tú ert í aldursbólkinum 8-25 ár og hevur tað trupult, tí at rúsur fyllur – ella hevur fylt – ov nógv í tínar familju, so ert tú vælkomin at melda teg til bólk við at ringja á tlf. 77 07 09 ella við at skriva til barnaar@blakross.fo.

Les meira um tilboðið her á heimasíðuni.

Øll tilboðini hjá Øll hava rætt til góð barnaár eru ókeypis. Tað krevst eingin ávísing (t.d. frá lækna), fyri at luttaka í tilboðnum. Her er einki krav um, at tann við rústrupulleikum skal hava verið í viðgerð. Hava tey verið í viðgerð, er einki krav um hvar viðgerðin skal vera farin fram. 

Tilboðið er fyri allar familjur, sum hava, ella hava havt, rústrupulleikar heima. Hetta merkir, at ein kann eisini melda seg til, hóast foreldrið t.d. ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Hetta kemst av at nógv uppliva, at rústrupulleikin er burtur, men at avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á familjuna og tey sjálvi, situr eftir.