Títt Rúm 10 ár!
Fríggjadagin 20. januar hátíðarhalda vit 10 ára føðingardagin hjá Títt Rúm 🙂
Títt Rúm byrjaði í 2012, sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð, og í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar.
Á skránni hendan dagin:
Kl. 12.00 – 13.00: Opið hús í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8
Kl. 13.00: Føðingardagurin byrjar í Hollywood, Niels Finsensgøta 20 kj.
Kl. 13.15: Alisa Hammer, leiðari hjá Títt Rúm, bjóðar vælkomin
Kl. 13.25: Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum, ber fram eina heilsan
Kl. 13.40: Tónleikainnslag við SWAY
Kl. 13.50: Luttakari í Títt Rúm sigur frá sínari uppliving
Kl. 14.00: Tónleikainnslag við SWAY
Kl. 14:30: Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, ber fram eina heilsan
Kl. 14.40: Høvi verður at bera fram eina heilsan
Kl. 15.00 – 16.00: Opið hús í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8
Øll innsløg verða í nýggju ungdómshølunum “Hollywood” hjá Bláa Krossi Føroya í Niels Finsensgøtu 20kj. í Tórshavn. Opið hús verður í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn kl. 12.00-13.00 og kl. 15.00-16.00, har møguleiki er fyri at síggja hvar Títt Rúm heldur til og hevur sítt virksemi.
Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂