Títt Rúm á limablusunum hjá B36
Mikudagin í farnu viku var árligi limadagurin hjá ungdómsdeildini hjá B36 hildin. Í hesum sambandi høvdu tey gjørt eina limablus. Tey skriva soleiðis á facebookvanganum:
“Árliga limablusan varpar ljós á verkætlanina hjá Bláa Krossi ”TÍTT RÚM – øll hava rætt til góð barnaár”. Vit fegnast um at kunna hava henda týðandi boðskapin á limablusuni. Okkara egna forkvinna Marita Debess Magnussen, sum annars helst vil vera ónevnd sum stuðul, gjørdi hetta møguligt. Hesin boðskapur passar so sera væl til ungdómsarbeiðið hjá B36, tí vit nettupp leggja dent á, at pláss skal vera fyri øllum, og øll skulu føla seg væl og verða vird.”
Vit takka hjartaliga fyri, at B36 ynskti okkara búmerki á limablusurnar.
Myndir: B36