Títt Rúm hátíðarhelt 10 ára føðingardag!
Fríggjadagin 20. januar 2023 hátíðarhelt Títt Rúm, at tilboðið gjørdist 10 ár. Dagurin varð hildin í “Hollywood”, nýggju ungdómshølunum hjá Bláa Krossi Føroya. Á skránni vóru m.a. Margit Stórá, heilsumálaráðharri, sum bar fram eina heilsan, SWAY, sum á sín serliga hátt framførdi nøkur løg, og Súsanna Gunna Thomsen, sum greiddi frá sínum royndum og upplivingum sum bólkaluttakari hjá Títt Rúm.
Vit í Títt Rúm fegnast um, at so nógv møttu at hátíðarhalda dagin saman við okkum, bæði til opið hús í Kongagøtu 8, har Títt Rúm heldur til, og í Hollywood til sjálvt tiltakið. Vit gleddust um at síggja, at nógv av teimum, sum vit samstarva við til dagligt, vóru umboðaði, umframt politikarar og onnur, sum vilja Títt Rúm væl.
Vit ynskja at takka fyri allar gávur og heilsanir, sum Títt Rúm fekk á degnum. Samstundis ynskja vit at takka øllum tykkum, sum hava víst vælvild, og sum heild hava stuðlað arbeiðinum hjá Títt Rúm. Til endans vilja vit takka øllum teimum, sum hava leitað sær hjálp hjá Títt Rúm hesi árini. Tit eru djørv og praktfull, øll somul!
Niðanfyri síggjast myndir frá tiltakinum.