Vit fegnast um játtan til verkætlan
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan hjá fyribyrgingartilboðnum Øll hava rætt til góð barnaárhjá Bláa Krossi Føroya. Verkætlanin kallast: ”List og sálarheilsan hjá føroyskum ungdómi, hvørs foreldur hava rústrupulleikar.” Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, er verkætlanarleiðari.
Tað eru játtaðar 47.605 kr. til verkætlanina frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
Granskingarráðið metir, at talan er um eina viðkomandi kanning, sum kann geva góða vitan og menna heilsuøkið.
Stigtakararnir siga soleiðis um verkætlanina:
”Tað finnast ongar kanningar av, hvussu nógv børn og ung í Føroyum vaksa upp í einum heimi, har eitt ella bæði foreldrini hava rústrupulleikar, ella hvussu hesar uppvakstrartreytir ávirka tann einstaka. Danska Sundhedsstyrelsen metir, at í Danmark eru á leið 122.000 børn, sum vaksa upp í slíkum heimum. Um hesi tøl verða umroknað til føroysk viðurskifti, svarar tað til á leið 1.200 børn og ung í Føroyum. Ein rústrupulleiki í einari familju ávirkar og streingir allar limir í familjuni: Bæði tann sum rúsar seg, makan og børnini. At vaksa upp við rúsbundnum foreldrum kann sostatt vera ein váði fyri menningina og trivnaðin hjá børnum og ungum, ið ofta hava tørv á samrøðutilboðum eins og tað, ið Blái Krossur bjóðar.
Síðani september 2020 hevur eitt listaterapeutiskt bólkatilboð verið bjóðað til tveir ungdómsbólkar hjá Øll hava rætt til góð barnaár. Tað eru 12 luttakarar tilsamans. Bólkatilboðið endar hálvan juni 2021.
Fatanin av, at list – bæði tað, at úttrykkja seg listarliga og at uppliva list – ávirkar sálarheilsuna jaligt hevur sín uppruna í gamla Grikkalandi. Seinastu árini hava list og teir gagnligu faktorarnir við list fyri sálarheilsuna fingið alsamt størri uppmerksemi í Norðurlondum, serliga í sambandi við døpru tølini hjá eitt nú WHO um versnandi sálarheilsu í heiminum, sum undirstrikar týdningin av at finna fleiri loysnir til vaksandi trupulleikan.
Endamálið við kanningini er at fáa vitan um, hvørt listaterapi í felagsskapi við onnur í somu støðu hevur gagnliga ávirkan á sálarheilsuna hjá ungum, hvørs foreldur hava rústrupulleikar. Við at gera kvalitativar samrøður við bólkaluttakararnar, eftir at bólkatilboðið er lokið, fer uttanveltaður granskari at savna vitan um, hvussu bólkalimirnir uppliva og møguliga fáa gagn av listaterapeutiska bólkatilboðnum. Verkætlanin fer at enda við eini skrivligari frágreiðing og eini almennari framløgu av úrslitunum.
Við at kanna, hvussu viðgerðartilboð sum hetta kostnaðareffektiva listaterapeutiska bólkatilboðið kann gagna sálarheilsuni hjá ungum í Føroyum, ið vaksa upp í heimum við rústrupulleikum, hevur hendan kanning alment virði við tað, at hon kann økja vitanina um, hvussu viðgerðartilboð kunnu gagna.”
Við hesi játtanini eru seinastu pengarnir á Høvuðsøki 1 latnir til verkætlanir. Í alt eru latnar 6.6 mió kr. til 41 verkætlanir, av hesum 5 mió. kr av Sjúrakassafænum og 1,6 mió. kr. av Løgtingsfíggjarlógini. Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir frá Høvuðsøki 1 sæst her
Les meira um Sjúkrakassagrunnin her