Ársfrágreiðing fyri 2025

Ársfrágreiðing hjá Títt Rúm fyri 2025 er nú tøk.

Seinasta árið hevur verið eitt ár við framhaldandi menning og øktum virksemi í Títt Rúm. 2025 var

árið, har arbeiði at rótfesta tilboðini hjá Títt Rúm í Suðuroynni bar á mál. Ein nýggj deild lat upp á Tvøroyri og Titt Rúm røkkur nú enn breiddri í fyribyrgingini á rúsøkinum. Umframt hetta hevur Títt Rúm í 2025 hildið fast í kjarnu­ uppgávuni; at veita stuðul, ráðgeving og við­gerð til børn, ung og vaksin, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur, umframt familjur teirra. Sam­stundis hava vit styrkt og víðkað okkara tilboð, serliga innan foreldraarbeiði og fyribyrging, og arbeitt miðvíst við at røkka fleiri kring landið.

Les alla ársfrágreiðingina fyri 2025 her.