Ársfrágreiðing skúlaárið 2021-2022

Ársfrágreiðing hjá Títt Rúm fyri skúlaárið 2021-2022 er nú tøk.

Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður. Her eru nøkur útvald punkt og hagtøl, sum eru at finna í ársfrágreiðingini: 

154 børn, ung og vaksin hava luttikið í samrøðum hjá Títt Rúm skúlaárið 2021-2022. Av hesum vóru 113 gentur/kvinnur og 41 dreingir/menn. Luttakararnir vóru partur av familju-, bólka- og einstaklingatilboðunum. Summi luttóku í meira enn einum tilboði. Luttakararnir fingu tilsamans 334 bólkasamrøður, 449 einstaklingasamrøður og 290 foreldra- og familjusamrøður. 

Títt Rúm ársfrágreiðingin 2021-2022 kann lesast her